2020
Jump to navigation
Jump to search
2020 (MMXX) er eitt skotár, ið byrjaði á einum mikudegi eftir tí gregorianska kalendaranum. Árið er nummar 2020 eftir kristi føðing, ár 20 í triðja ártúsund, ár 20 í 21. øld, og fyrsta ár í 2020-árunum.
Árstal |
2017 2018 2019 – 2020 – 2021 2022 2023 |
Áratíggju |
2010-árini – 2020-árini – 2030-árini |
Øldir |
20. øld– 21. øld – 22. øld |
Hendingar[rætta | rætta wikitekst]
- 3. januar - Iranski generalurin Qassem Soleimani (myndin) verður dripin í einum amerikonskum rakettálopi nærindis flogvøllinum í Bagdad í Irak.
- 8. januar - Eitt ukrainskt ferðafólkaflogfar av slagnum Boeing 737-800 við 176 fólkum umborð dettur niður heilt stutt eftir fráferð úr iranska høvuðsstaðnum Teheran. Øll umborð lata lív. Nakrar dagar seinni viðgongur Iran at hava skotið flogfar niður av misgávum.
Føðingar[rætta | rætta wikitekst]
Andlát[rætta | rætta wikitekst]
- 1. januar - Don Larsen, amerikanskur hornabóltsleikari (f. 1929)
- 5. januar - Hans Tilkowski, týskur fótbóltsleikari (føddur 1935)
- 10. januar - Qabus bin Said, Sultan í sultanríki Oman (føddur 1940).
- 12. januar - Roger Scruton, bretskur heimspekingur (føddur 1944).
- 21. januar - Terry Jones, walisiskur sjónleikari og skemtari (Monty Python) (føddur 1942).
- 24. januar - Rob Rensenbrink, niðurlendskur fótbóltsleikari (føddur 1947).
- 26. januar - Kobe Bryant, amerikanskur kurvabóltsleikari (føddur 1978).
- 4. februar - Daniel arap Moi, fyrrverandi forseti í Kenja (føddur 1924)
- 5. februar - Kirk Douglas, amerikanskur sjónleikari (føddur 1916).
- 9. februar - Mirella Freni, italsk operasangarinna (fødd 1935).
- 25. februar - Hosni Mubarak, fyrrverandi forseti í Egyptaland (føddur 1928)
- 20. mars - Kenny Rogers, amerikanskur sangari (føddur 1938)
- 29. apríl - Maj Sjöwall, svenskur rithøvundur (fødd 1935).
- 29. apríl - Yahya Hassan, danskur yrkjari (føddur 1995).
- 3. mai - Agnar Nielsen, fyrrverandi stjóri á Vestmanna skipasmiðju og løgtingsmaður (SB) (f. 1928).
- 31. mai - Christo, bulgarskur/amerikanskur listamaður (f. 1935)